EB/Streymur

Vinnararnir á lutaseðlinum funnir

Finnbogi Midjord, sýslumaður, dróg í kvøld vinnandi numrini á lutaseðli okkara.

Hesir eru vinnararnir:

Vinningur nr. 1: Vinnari: seðil nr. 4.718

Vinningur nr. 2: Vinnari: seðil nr. 3.475

Vinningur nr. 3. Vinnari: seðil nr. 3.832

Vinningur nr. 4. Vinnari: seðil nr. 2.192

Vinningur nr. 5. Vinnari: seðil nr. 4.551

Vinningur nr. 6. Vinnari: seðil nr. 3.294

Vinningur nr. 7. Vinnari: seðil nr. 5.370

Vinningur nr. 8. Vinnari: seðil nr. 2.509

Vinningur nr. 9. Vinnari: seðil nr. 3.384

Vinningur nr. 10. Vinnari: seðil nr. 1.103

Vinnararnir verða bidnir at skriva navn, bústað og tlf. nr. á seðilin og senda hann til:

EB/Streymur

Traðavegur 7

435 Streymnes.

 

Vit takka hjartaliga fyri stuðulin!

Last Updated on hósdagin, 15. desember 2016 23:45

Sæð: 400 ferðir

Nýggjur málmaður til EB/Streym

EB/Streymur hevur í dag gjørt sáttmála við Trygva Askham, sum skal verja málið hjá Effo-liði okkara komandi kappingarár.

Trygvi hevur avtalu við B36, so talan er um, at EB/Streymur leigar hann frá B36 komandi kappingarár.

Trygvi hevur verið annar málmaður á besta liði hjá B36 nøkur ár. Annars hevur hann árini frá 2005 til 2009 spælt við tí, sum fyrstu árini æt FS Vágar 2004, og sum seinni kom at eita 07 Vestur. Í 2010 spældi Trygvi við FC Hoyvík, og síðani 2013 hevur hann verið hjá B36.

Talan er um ein góðan málmann, og vit í EB/Streymi fegnast um at hava hann í okkara hópi komandi kappingarár.

Avtalan við B36 og Trygva er galdandi fyri eitt ár.

Vi ynskja Trygva vælkomnan í EB/Streym!

Last Updated on hósdagin, 01. desember 2016 17:18

Sæð: 1271 ferðir

Rói heldur sjálvandi eisini fram

EB/Streymur hevur í kvøld skrivað undir nýggjan sáttmála við okkara egna Róa Olsen.

Rói er ein av ungu evnagóðu leikarunum, sum hava sín uppvøkstur í EB/Streymi, og tí síggja vit tað eisini sum eina sjálvfylgju, at felagið hevur stóran áhuga at knýta hann at felagnum fyri 2017 eisini.

Rói hevur seinastu árini víst stóra framgongd, og seinasta kappingarár fekk hann fleiri dystir á besta liði felagsins, og í heyst beyt hann seg rættiliga fastan á liðnum.

Í ár spældu vit sum kunnugt í 1. deild, meðan vit til komandi ár aftur eru "heima", t.v.s. í Effodeildini. Onki er at ivast í, at Rói hevur evnini eisini at spæla seg inn á fast pláss í Effodeildini.

Vit ynskja Róa alt tað besta komandi ár og gleðast um at síggja hann einn eitt ár í blá/svørtu troyggjuni!

Last Updated on mikudagin, 30. november 2016 22:56

Sæð: 928 ferðir

Niklas ger sín fyrsta sáttmála

EB/Sttreymur hevur í dag gjørt sáttmála við unga leikaran Niklas Tummasarson Kruse frá Norðskála. Niklas er uppvaksin í felagnum, umfarmt at hann hevur roynt seg á ítróttareftirskúla í Danmark.

Niklas spælir á øllum offensivum plássum, bæði á miðjuni og á vengrunum, og hann má sigast at vera sannur málrevur. Í teimum 9 dystunum, hann hevur spælt síðani á Ólavsøku við 1. og 2. deild hjá EB/Streymi í ár, hevur hann skotið 8 mál. Av hesum vóru 7 dystir og 7 mál í 1. deild.

Hetta er fyrsti sáttmálin hjá Niklas, og hann er fyri eitt ár.

Vit gleða okkum at síggja unga kvika norðskálamannin á vøllinum komandi ár og ynskja honum alt tað besta!

Last Updated on hósdagin, 17. november 2016 18:50

Sæð: 991 ferðir

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version