EB/Streymur

Heðin Askham nýggjur venjari

EB/Streymur hevur í dag gjørt avtalu við Heðin Askham, sum komandi ár verður høvuðsvenjari hjá Effodeildarliðnum hjá EB/Streymi.

Heðin er kendur í felagnum. Hann kom til okkara á sumri 2009, tá vit skiftu venjara, og hann var fram til endan á 2012, tá vit vunnu okkara higartil seinna føroyameistaraheitið.

Í Heðinsa tíð vunnu vit eisini steypakappingina í 2010 og 2011, báðu ferð móti ÍF, og tað var báðu ferðirnar, finalurnar vórðu leiktar í Klaksvík.

Vit ynskja Heðini væl komnan aftur í felagið!

Last Updated on mánadagin, 24. oktober 2016 19:54

Sæð: 1943 ferðir

EB/STREYMA-VEITSLA 2016

EB/STREYMA-VEITSLA 2016

Árliga EB/STR veitslan verður í EB-Húsinum á Eiði 22.okt kl.19.00.
- 3 rætta matskrá
- Undirhald
- Dansur við LM-Band

Atgongumerki á kr. 375,00 kunnu keypast við Margáir 01.okt í samband við dystin.
Avmarkað nøgd.
Bara kontant!

Last Updated on mikudagin, 28. september 2016 16:03

Sæð: 1090 ferðir

Vit steðga ikki, hóast uppflyting

 

Undan seinasta umfari vóru vit sera spent, tí tað vikuskiftið kundu vit tryggja okkum uppflyting til Effodeildina komandi ár. Vit spældu á Sandi leygardagin, men longu fríggjakvøldið kundu vit tryggja okkum uppflyting, hóast vit ikki spældu tá.

Last Updated on fríggjadagin, 26. august 2016 17:07

Sæð: 1154 ferðir

Les meira...

Uppflytingin tryggjað

Hóast tað var liðið á aftasta plássi, ið vit møttu, so gjørdist talan um ein sera tættan og spennandi dyst. Vit kundu við einum sigri tryggja okkum uppflyting, og hjá B71 eru øll stig kærkomin, um teir skulu verða verandi í 1.deild.

Last Updated on hósdagin, 25. august 2016 17:42

Sæð: 1176 ferðir

Les meira...

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version