EB/Streymur

So var nr. 19 í pottinum eisini

EB/Streymur hevur í dag longt sáttmálan við Arnar Dam, so hann verður eisini partur av hópi okkara komandi ár.

Arnar er uppvaksin í felagnum og hevur altíð spælt her, burtursæð frá einum stuttum skifti í 2008, tá hann var í ÍF. Har spældi hann 4 dystir við teirra 2. Deildarliði, men frá august 2008 hevur hann bara umboðað EB/Streym.

Í ár bleiv tað so til 25 dystir og 10 mál, so tað er gott útgangstøði til komandi ár, nú vit aftur skulu royna okkum í Effodeildini.

 

Vit ynskja Arnar góða eydnu komandi ár!

Last Updated on mikudagin, 21. desember 2016 16:14

Sæð: 740 ferðir

Tóki gjørt nýggjan sáttmála

EB/Streymur hevur um dagarnar gjørt nýggjan sáttmála við Tóka H. Johannesen.

Upprunaliga var sáttmáli við Tóka fyri bæði 2016 og 2017, men báðir partar vóru samdir um at gera nakrar tillagingar í sáttmálanum.

19 ára gamli oyrarbakkamaðurin hevur altíð verið í EB/Streymi, og í 2016 spældi hann við í 32 dystum, flestu í 2. dield og U18, men harafturat bleiv tað til 10 landskappingardystir og ein steypadyst við besta liðnum.

Vit ynskja Tóka bestu eydnu!

Last Updated on týsdagin, 20. desember 2016 15:08

Sæð: 711 ferðir

Ári Kruse gjørt sáttmála

EB/Streymur hevur nú eisini gjørt sáttmála við Ára Kruse.

20 ára gamli eiðismaðurin hevur altíð spælt við EB/Streymi, og nú hevur felagið so valt at gera sáttmála við hann fyri komandi ár.

Ári spældi við 18 dystir í ár, flestu teirra við 2. deildarliðnum, men harafturat fekk hann 4 landskappingardystir og ein steypadyst við besta liði okkara.

Vit ynskja Ára góða eydnu komandi ár!

Last Updated on týsdagin, 20. desember 2016 14:55

Sæð: 560 ferðir

Petur gjørt sáttmála

EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við okkara egna Petur Zachariasen.

21 ára gamli Petur hevur altíð spælt fyri EB/Streym, og í ár hevur hann leikt 22 dystir fyri felagið, 14 á 2. deildarliðnum og 8 í fyrstu deild.

Ein partur av ætlan felagsins er at gera nýtslu av egnum leikarum, og Petur hevur góð evnir, og vit ivast ikki í, at hann fer at mennast enn meira saman við hópinum í Effodeildini.

Vit ynskja Petur góða eydnu!

Last Updated on týsdagin, 20. desember 2016 14:43

Sæð: 856 ferðir

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version