EB/Streymur

Rói Zachariasen til EB/Streym

EB/Streymur hevur í kvøld gjørt sáttmála við Róa Zachariasen.

Rói er argjamaður, men hevur eisini røtur norður í Sundalagið. Hann er fyri tað mesta uppvaksin í AB, men hevur sum smádrongur spælt eitt ár við EB/Streymi.

Nú vendur hesin ungi evnagóði málmaðurin norður aftur til EB/Streym, og tað eru vit sera fegin um.

Rói hevur farna kappingarár spælt 22 dystir við AB, teir flestu við U18, men eisini nakrar við 1. deild.

Sáttmálin við Róa er fyri 2017 og 2018.

Vit ynskja Róa væl afturkomnan til EB/Streym!

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version