EB/Streymur

Dan í Soylu til EB/Streym

EB/Streymur hevur í dag gjørt sáttmála við miðvallaran Dan í Soylu.

20 ára gamli Dan í Soylu hevur barnaárini spælt við B71, og hann spældi við 1. dield hjá B71 í 2012 og 2013. Harafturat spældi hann seinna helming av 2013 og í 2014 við U18 liðnum hjá HB.

Í 2014 og í 2015r hevur hann so spælt við AB, fyri tað mesta við 1. deild, men hevur eisini leikt fleiri dystir í Effodeildini fyri AB. í 2016 hevur hann verið fastur partur av Effoliðnum hjá AB, og komandi ár skal hann so royna seg í blá/svørtu troyggjuni í Effodeildini.

Vit ynskja Dan væl komnan til EB/Streym!

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version